Klaksvíkar býráð samtykt at arbeiða við burðardygd

Á býráðsfundi í gjár samtykti Klaksvíkar býráð at fara undir eina tilgongd, har arbeitt verður miðvíst við teimum 17 Heimsmálunum fyri burðardyggari menning.

Endamálið er at arbeiða við burðardygd í allari kommununi. Málið hevur verið til viðgerar í øllum nevndum býráðsins. Full undirtøka var í nevndunum fyri at seta burðardygd á breddan.

Næsta stig er, at fyrisitingin skal gera uppskot um, hvussu hetta arbeiðið kann skipast og grundfestast í tí umsitingarliga og politiska arbeiðinum.

Nógv er gjørt á umhvørviøkinum í Klaksvíkar kommunu, men framtíðar avbjóðingarnar krevja, at enn fleiri tøk verða tikin á grøna økinum.

– Umhvørvispolitikkurin fyri kommununa bleiv samtyktur í 2017. Hann skal endurskoðast innan alt ov lang tíð er fráliðin. Nógv er hent á umhvørvisøkinum seinastu fimm árini, men um kommunan skal ganga á odda á hesum øki, er neyðugt við at gera ein nýggjan og framskygdan umhvørvispolitikk, sigur Karl Johansen, borgarstjóri.

 

Dømi um øki, ið kommuna vil arbeiða við eru: umhvørvið, býarskipan, undirstøðukervið, trivnaður og heilsa, mentan, vinnumenning, innovatión, útbúgving, veðurlag, orka og lívfrøðiligt margfeldi.

Um hetta skal bera á mál, er neyðugt at allir partar í kommununi taka tøk saman fyri at menna øll øki í kommununi.

– Klakvíkar kommuna eigur at ganga undan, men skulu vit røkka útslitum, er neyðugt at arbeiða saman. Vit vilja arbeiða saman við privatum fyritøkum, almennum mynduleikum, áhugabólkum og borgarum, soleiðis at vit í størri mun virka fyri burðardyggum loysnum, sigur Karl Johansen, borgarstjóri.

Klaksvíkar kommuna er tilvitað um at alt kostar, eisini at arbeiða við Heimsmálunum. Peningur er ikki settur av til hetta arbeiðið í fyrsta umfari. Fyrsta stigið er at gera yvirlit yvir, hvat longu er gjørt á burðardygga økinum í mun til Heimsmálini. Síðan verða fokusøki ásett og átøk framd, sum stuðla undir burðardygga menning, sum merkir, at vøkstur og menning taka fyrilit fyri tilfeingi, náttúru og fólki. Tvørtur um ættarlið.

Hvørji eru heimsmálini ?

Sameindu tjóða (ST) samtykti í 2015 “Agenda for Sustainable Development”, vanliga rópt ‘Tey 17 heimsmálini”’. Ítøkiliga heitir samtyktin hjá ST á heimsins tjóðir, um at virka fyri at fremja 17 burðardygg menningarmál.

Málini eru sett fyri tíðarskeiðið 2015 til 2030, og skulu seta eina greiða kós fram ímóti burðardyggari menning til gagns fyri bæði menniskju og náttúru. Talan er um 17 mál og 169 undirmál.

Les meira um heimsmálini her: Heimsmálini hjá ST

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: