Klaksvík í fokus á Christiansborg


Áleið 100 fólk møttu til ferniseringina og tiltakið, sum Klaksvíkar kommunu skipaði fyri á Christiansborg í gjár. Tiltakið var skipað í tveimum pørtum, har seinni partur av tiltakinum var serliga málrættað ungum lesandi í Keypmannahavn.

Karl Johansen, borgarstjóri, greiddi frá um kommununa, har hann m.a. lýsti stóru framgongdina á bústaðar marknaðinum. Hann nevndi fjølbroyttu starvsmøguleikarnar í kommununi og legði ikki fingrarnar ímillum, tá ið hann segði, at kommununi tørvar teirra dugnaskap, og tí sjálvsagt vónar, at tey ein dag velja at flyta til kommununa.

Eirikur í Jákupsstovu, vinnu- og mentanarstjóri, hevði eisini eina framløgu, har hann meira ítøkiligt greiddi frá verkætlanum, tænastum og tilboðum í kommununi.

Í 2017 flutti Eirikur sjálvur heim til Føroyar eftir loknan lestur. Hann nevndi m.a., hvussu týdningarmikið tað er, at ein kommuna hevur góð frítíðartilboð og fjølbroyttar starvsmøguleikar, tá støða skal takast til, hvar ein ynskir at seta búgv. Í hesum sambandi var hann ikki varin við at rósa býránum og vinnuni fyri áhaldandi at tryggja góðar og fjølbroyttar bústaðar og frítíðarmøguleikar.

Eisini var eitt serligt videobrot framleitt til endamálið, har heimkomir útisetar greiddu frá, hvussu starvsleiðin hevði útviklað seg eftir at tey eru komin heim.

Til bæði tiltøkini framførdu Páll Sólstein og dóttir hansara Sophia. Tey framførdu m.a. Fuglakvæði og tað setti ein heilt serligan dám á løtuna.

Klaksvíkar Kommuna

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: