Klakkur komin aftur við fullum skipi á sínum fyrsta túrið

Klokkan var 05.25 tá ið Klakkur rundaði Klakkin og sigldu teir runt um seg sjálvan 3-4 ferðir og síðani sigldu teir inn eftir Vágni og løgdu at hjá NFCS klokkan 06:00.

Klakkur byrjaði túr tann 23.01 og hava teir fiska á Flemish Cap og undir Føroyum frá 13. februar.

Teir hava fulla last, umleið 300 tons.

Teir vóur 20 mans við hendan túrin.

Skiparar eru Líggjas Johannesen og Bethuel Johannesen.

Vit ynskja skipara og manning vælkomin heim.

Her søgulig filmsklipp, tá ið Klakkur kom aftur á fyrsta sinni og sigldu runt um seg sjálvan 3-4 ferðir og eitt filmsklipp, har teir sigldu inn eftir Vágni og legði at hjá NFCS.

Eisini eitt filmsklipp, har eg kom at siga 3000 tons ístaðanfyri 300 tons 🙂 og nakrar myndir.

SáH

Lýsing Norðoya Sparikassi

Lýsing Norðoya Sparikassi

Please follow and like us:

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.