Klakkur komin aftur við 300 tonsum av góðum túrið

Klakkur júst afturkomin undan Eysturgrønlandi, klokkan 17.39 løgdu teir at bryggjuni við NFCS.

Fyri góðum tíma síðani kom Klakkur skúmandi inneftir Vágni. Teir hava roynt við línu undan Eysturgrønlandi.

Klakkur hevur havt ein góðan túr, teir hava heili 300 tons.

Teir fóru avstað tann 22 apríl og har vóru 16 mans við, skipari var Bethuel Johannesen.

News.fo og Norðoya Portalurin ynskja skipara og manning vælkomin heim  aftur og góða Norðoyastevnu.

Her filmsklipp, tá ið Klakkur legði at bryggju við NFCS tann 03.06.2021.

SáH

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author