Klakkur komin aftur við 145 tonsum

Klakkur, mynd tikin tann 21.12.2020 klokkan 05:20

Klakkur kom aftur í morgun klokkan 05:20. Teir hava roynt við línu undir Føroyum.

Teir høvdu 145 tons, tað mesta var toskur, hýsa og longa.

Teir byrjaði túr tann 19. november og skipari hendan túrin var Líggjas Johannesen.

Landa verður í løtuni til NFCS.

Her filmsklipp frá í morgun, tá ið teir komu aftur, sjá herundir.

Vit ynskja reiðarí, skipara og manning eini Gleðilig jól og gott nýttár.

SáH

 

Please follow and like us: