Tann til vinstru hevur verið við Klakki í 23 ár og tann til høgru 13 ár. Nakrar milliónir toskar hava teir báðir sift inn um borið.
Klokkan 05:15 í morgun kom Klakkur aftur til Klaksvíkar. Teir hava roynt við línu við Føroyar.
Teir hava 140 tons av toskaflaki.
Teir byrjaði túr tann 28. juni, sostatt verið útið ein góðan mánað.
Við vóru 16 mans og skiparin var Bethuel Johannesen.
Landa verður til NFCS og teir byrjaðu at landa Klakk klokkan 6 í morgun.
Tá ið liðugt verður at landa í Klaksvík, ferð Klakkur til Noregs á Beding til tað fyrsta eftirlitið. Tað plagar ikki at taka langa tíð og tískil verður hann væntandi skjótt til fiskiskap aftur.
Góða feriu tit umborð á Klakki.
SáH
Klakkur, mynd tann 31.07.2020 06:39:10Klakkur, mynd tikin 31.07.2020 klokkan 06:48:20
Hjálp News.fo og Norðoya Portalin at gerast enn betur. Send okkum tíðindir, lýsingar og hava tit hug at stuðla fíggjarliga, eru tit vælkomin at senda eina upphædd á konto 6460 382.440.50 ella 9865 9927330.
Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.