Klakkur komin aftur við 120 tonsum

Klakkur, mynd tikin tann 02.09.2022 klokkan 07:44

Klakkur kom aftur klokkan 07:30 í morgun. Teir hava roynt við línu við Føroyar.

Teir hava 130 tons, helvtin longa, rest væl blanda við toski, hýsi og brosmu.

Teir byrjaði túr tann 09. august.

Skipari hendan túrin var Líggjas Johannesen.

Landa verður til NFCS og teir byrjaði beinanvegin at landa og væntandi fer Klakkur túr aftur, tá ið teir eru lidnir at landa.

Her nakrar myndir tiknar í morgun, tá ið teir komu aftur til Klaksvíkar.

SáH

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: