Klakkur komin aftur av seinasta túrinum við 250 tonsum

Klakkur kom aftur kl. 07:22 í morgun. Teir hava roynt við línu í Íslandi.

Teir hava 250 tons nú teir eru komnir til Klaksvíkar og landa verður til Kósina.

Hetta er seinasti túrurin hjá Klakki, ímillum jól og nýggjár verður farið eftir nýggja Klakki, so hetta er eitt søguligt filmsklipp.

Klakkur byrjaði túr tann 8. november.

Vónandi verður Klakkur verandi í Klaksvík, leysasøgur ganga, at møguliga onkur í Klaksvík keypir gamla Klakk, so lat okkum vóna tað.

Vit ynskja skipara og manning eini Gleðilig jól og takka fyri teirra ískoyti til føroyska samfelagið og nevnast skal, at Klakkur hevur fleiri ferðir verið besti línubátur í Føroyum, bæði í virðið og veiðu.

Vinarlig heilsan

Símun á Høvdanum

Please follow and like us:

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.