Fiskivinna

Klakkur kom aftur kl. 06:00 við fullum skipi

Klakkur kom aftur klokkan 06:00 í morgun og har tók ongin ímóti teimum. Ikki ein bilur var á kajuni, bert 2-3 arbeiðsfólk frá NFCS á kajuni og hetta er fyrstu ferð eg havi sæð eitt langfaraskip hjá okkum koma aftur og ongin tók ímóti, sjá filmsklipp herundir.

Høvuðsorsøkin til at ongin tók ímóti teimum, man vera Korona virussið og man heldur seg til tilráðingunum frá tí almenna.

Klakkur hevur 305 ton av avhøvdaðum, tað mesta var toskur, hýsa og longa. Teir hava roynt við línu við Ísland.

Teir fóru avstað tann 23. februar og har vóru 18 mans við, skipari var Bethuel Johannesen.

Hetta gjørdist ein minniligur túrur hjá teimum, tí á heimferðini fekk ein av manningini skaða og tyrla frá Íslandi kom honum til hjálpar og bleiv hann førdur til sjúkrahús, men skaðin ikki so álvarsligur, at Klakkur fór inn eftir honum og hann er komin aftur til Klaksvíkar í øllum góðum.

News.fo og Norðoya Portalurin ynskir skipara og manning vælkomin heim og ansi nú væl eftir tykkum í hesum Korona tíðum.

SáH

Klakkur, mynd tikin tann 26.03.2020 klokkan 05:50
Klakkur, mynd tikin tann 26.03.2020 klokkan 05:53
Klakkur, mynd tikin tann 26.03.2020 klokkan 05:57

Símun á Høvdanum
Hjálp News.fo og Norðoya Portalin at gerast enn betur. Send okkum tíðindir, lýsingar og hava tit hug at stuðla fíggjarliga, eru tit vælkomin at senda eina upphædd á konto 6460 382.440.50 ella 9865 9927330. Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.