Klakkur komin aftur av Íslandi við 190 tonsum

Í vakra veðrinum í morgun kl. 07:15 kom línubáturin Klakkur aftur á Klaksvík av Íslandi. Vágin var spegilblonk og vakurt at síggja Klakk koma siglandi inn eftir Vágni.

Teir hava 190 tons og tað mesta var hýsa.

Teir fóru túr tann 21. september og við vóru 16 mans, tá ið túrurin byrjaði, men ein fekk forfall og tískil eru teir 15 mans nú teir leggja at brygguna við NFCS.

Skipari var Líggjas Johannesen og ynskja vit teimum vælkomin heim.

SáH

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author