Klakkur júst aftur komin við skít fullum skipi

Klokkan er 16:22 og Klakkur leggur at bryggju við NFCS í aller fagrasta veðrið. Teir hava verið við línu á Flemish Cap.

Nógv fólk eru á bryggjuni og taka ímóti manningini og sjálvandi er gott lag á monnum.

Klakkur byrjaði túr tann 15.06 og hava teir skít fult skip, umleið 300 tons.

20 mans vóru við hendan túrin og skipari var Líggjas Johannesen.

Vit ynskja skipara og manning vælkomin heim.

SáH

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: