Klakkur hevði 250 tons av toski

Klakkur kom aftur tíðliga í gjár. Teir høvdu roynt við línu við Eystur Grønland.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 250 tons av toski.

Við vóru 17 mans og skipari var Bethuel Johannesen.

Teir byrjaði túr tann 25. apríl og nú er kvotan hjá teimum uppfiska við Eystur Grønland.

Landa bleiv til NFCS og longu í gjárskvøldið loysti teir frá landi aftur og hesaferð gongur leiðin til Flemish Cap.

Vit ynskja skipara og manning ein skjótan og góðan túr.

SáH

KLAKKUR – ( KG 9 ) NFCS-KLAKSVíKAR HAVN 25-04-2022 23-05-2022 125.000
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: