Klokkan 16:30 fór Klakkur avstað til Eysturgrønlands. Teir hava landa til NFCS seinnapartin, teir hava roynt við línu við Føroyar.
Teir høvdu 50 tons av toski og hýsu eftir at hava verið útið í eina viku.
Hetta gjørdist ein stuttur túrur, orsøkin var, at teir vildu vera sikkur uppá at ongin av manningini hevði Corona smittuna, nú teir skuldi til Grønlands.
Teir landaðu sjálvir í dag fyri at verja seg ímóti smittuni.
Skipari hendan túrin verður Líggjas Johannesen.
Vit ynskja skipara og manning ein skjótan og góðan túr.
SáH
Lýsing Grillin hjá Símun – Maverick
Please follow and like us: