KLAKKSVÍKAR HERMETIKK (BOLLAFABRIKKIN) SETAST Í UPPRUNALIGAN STAND


Avtala varð í dag undirskrivað millum klaksvíkar kommunu og eigararnar av ‘Bollafabrikkini’. Avtalan merkir, at ognarviðurskiftini verða umskipað soleiðis, at verandi virksemi heldur fram í niðaru hæddini, meðan kommunan fær ræðisrætt yvir ovaru hædd. Avtala varð eisini, at kommunan átekur sær at seta bygningin í upprunaligan stand.

Á mottøku í gamla fjósinum hjá Kjølbro seinnapartin, vóru keyps- og leiguavtalur undirskrivaðar við teir 16 eigarirnar av gamla virkisbygninginum, Klakksvíkar Hermetikk, vanliga rópt Bollafabrikkin, sum J.F. Kjølbro lat byggja í 1946. Avtalan verður nú løgd fyri býráðið til endaliga góðkenning.

Eftir at býráðið hevur tikið støðu, kunnu verandi eigarar fara at rudda bygningin, aðrenn kommunan kann fara í gongd við at klæða bygningin og skifta vindeygu og tak, soleiðis at at hesin søguligi bygningur kann verða varðveittur.

– Eg eri sera fegin um, at semja nú er um, at býráðið kann yvirtaka bygningin. Nógv virksemi hevur verið í bygninginum gjøgnum árini, og er umbyggingin sostatt liður í framhaldandi at halda lív í húsinum. Góðar og tíðarhóskandi umstøður til okkara útróðrarmenn og vinnuna á Stongunum er altavgerandi, sigur Karl Johansen, borgarstjóri.

Teir 15 egningaskúrarnir og frystigoymslurnar, sum eru har í dag, fara framvegis at húsast har, meðan Klaksvíkar býráð enn ikki hevur tikið støðu til, hvat ovara hæddin skal nýtast til. Væntandi kann hetta arbeiðið fara í gongd í summar. Ætlanin er somuleiðis, at økið aftan fyri skúrarnar og norðan fyri Bollafabrikkina skal ruddast og verða eitt prýði fyri býin.

– Hetta er eitt av høvðusmálunum hjá mær at fáa framt. Tí er tað gleðiligt, at vit nú fáa hetta loyst í sátt og semju við eigararnar, sigur Atli S. Justinussen, formaður í Havna og Vinnunevndini.

Avtala varð eisini gjørd um, at seta á stovn eina nýggja ‘skúranevnd’, har umboð fyri kommununa og eigarar av egningarskúrunum skulu tryggja, at leiga verður goldin til víðari viðlíkahald av bygninginum.

STUTT UM KLAKKSVÍKAR HERMETIKK (BOLLAFABRIKKIN)
Klakksvíkar Hermetikk, vanliga rópt Bollafabrikkin, er ein virkisbygningur á Stongunum, sum J.F. Kjølbro læt byggja, og sum virkaði sum hermetikkvirkið frá 1946 til 1971.

Tá virkið varð bygt, vóru Stengurnar millum størstu arbeiðsplássini í landinum. Har var nógv virksemi, og umframt teir uml. 30 útróðrarbátarnar, sum tá hoyrdu til Klaksvík, so var eisini tætt samstarv við bygdirnar á eystursíðuni av Eysturoynni, haðani útróðrarbátar avreiddu í Klaksvík.

Endamálið við Klakksvíkar Hermetikkvirki var at fáa eitt virki til meirviðgerð av matvørum. Bygningurin við norðurendan á Stongunum er ein betongbygningur á 24 x 14 metrar til støddar í tveimum hæddum (670 fermetrar). Virksemið hjá Klakksvíkar Hermetikk steðgaði í 1971. Tá varð partur av virkseminum longu fluttur norður á Kósina í 1966, meðan sjálvt hermetikkvirksemið steðgaði í 1971.

Frá 1971 hevði Kjølbro Heilsøla goymsu í parti av bygninginum, meðan ein partur eisini hevur verið brúktur til felags egningarskúr. Virksemið við egningarskúrunum, sum vit kenna tað í dag, flutti inn í Bollafabrikkina í 1980’unum, har egningarskúrarnir enn halda til í niðaru hæddini, meðan ovara hæddin er sett av til felags høli.

Klaksvíkar Kommuna

Please follow and like us: