Kl. 04.45 fór Sjúrðaberg avstað fyri seinastu ferð á hesum sinni

Fiskivinnunýskipanin hjá Tjóðveldi, Javnaðarflokkinum og Framsókn er farin at virka. Hetta er ein søgulig mynd, var einasmallir á kajuni kl. 04.45 og tók myndir av Sjúrðabergi, tá ið hann fór avstað.
Hetta er seinastu túrurin hjá Sjúrðaberg á hesum sinni. Teir fara eystur um hav at royna og um góðan mánað, vera teir aftur og tá verður skipi selt ella verður tað leiga út.
Manningin veit ikki um teir eru seldur ella keyptir, men sannlík er, at Sjúrðaberg verður útleigaður til Grønlands, at avloysa Pamiut sum eftirlitsskip og sostatt kann gott henda, at flestu av manningini vera uppsagdur.
Fyri Klaksvík kemur tað at hava sera negativa ávirkan, vit fara at missa nógvar skattakrónir og eitt stolt skip, sum vit øll hava verið sera góð við og sum hevur borið nógvan fongin til Norðoyggjar.
Onkur av okkara lokalu í samgonguni, hevur sagt aftur og aftur, at Fiskivinnunýskipanin fer onga ávirkan at hava á Norðoyggjar, men nú er sjón fyri søgn og eg havi sagt tað fyrr, vónandi eru okkara lokalu samgonguumboð fyri Norðoyggjar í góðum lag nú. Tað er tykkara skyld, at so er hent.
Eg vil ynskja Sjúrðaberg ein góðan túr og gott fiskarí. Tók nakrar myndir av tykkum, tá ið tit fóru eystur um hav, men hesaferð verður ikki sagt skjótt fiskarí, tí tit vita longu nú, nær tit koma heim hendan túrin.
Tit og reiðaríið hava ikki skyldina at tykkara lagnu, men tað hevur samgongan sum nú situr.
SáH