Kjakfundur og innbjóðing til frítíðarfeløgini í Norðoyggjum

Tvístøða á bróstinum

– kunningar- og kjakfundur

Spaniastova verður karmur um tiltakið Tvístøða á bróstinum, tá Etiska Ráðið kemur á vitjan í Klaksvík mikukvøldið 6.mars kl 19.

Endamálið við tiltakinum er at lýsa etiskar tvístøður, sum hjartastartarar kunnu hava. Serliga verður ljós varpað á umstøðurnar hjá eldri borgarum á bústovnum.

Eiga vit – sum eldri búfólk – sjálvi at gera av, um hjartastartari skal brúkast, um vit hava tað fyri neyðini ella eru tað onnur, sum takaavgerð okkara vegna?

Eigur tað at vera møguleiki at frávelja hjartastartara? Ella er tað at rokna sum natúrligt, at tá hjartastartarier tøkur, verður hann nýttur í øllum førum?

Etiska Ráðið verður umboðað við Hildur við Høgadalsá, Forkvinnu, og Jákup H. Foldbo, Ráðslimi. Somuleiðis luttekur Arnhold Jensen, kommunulækni í Klaksvík.

Til umrøða frá kl 19 verður “Konsekvensetikkur og nyttuetikkur í mun til hjartastartara” og “Heilsa,trygd og umhvørvi – á kommunala økinum. Tiltakið er alment, men vendir sær serliga til umboð fyri almennum og kommunalum stovnum, frítíðarfeløgum og avvarðandi myndugleikum innan heilsu- og trivnaðarøki.

Panel verður skipað undir leiðslu av Rana Nolsøe, harlagt verður upp til kjak.

Kafé Leikalund er opin í steðginum!

Skrá er hendan:

Tvístøðan á bróstinum – í Spaniastovu 6.mars kl 19:00

Skrá

Kl. 19.00 Spaniastova bjóðar vælkomin.

Kl. 19.05 Um Etiska ráðið. Hildur við Høgadalsá, forkvinna í Etiska ráðnum.

Kl. 19.15 Um vit fáa hjartasteðg á eldir árum, vilja vit tá sjálvi taka avgerð um, hvørt hjartastartari skal brúkast, at fáa lív í okkum aftur ella skulu tey, har vit búgva, taka hesa avgerð? Hildur við Høgadalsá, forkvinna

Kl. 19.30 Heilsa, trygd og umhvørvi, (HTU) í kommunalum viðurskiftum við atliti at hjartastartarum og fyrstuhjálp. Hvussu veita kommunur borgarum á bústovnum bestu umstøður? Jákup H. Foldbo, ráðslimur og trivnaðarleiðari í Runavíkar kommunu

Kl. 19.45 Steðgur – Ábit og okkurt leskandi í Kafé Leikalund.

Kl. 20.05 Orðskifti og spurningar. Í panelinum: Hildur við Høgadalsá, forkvinna, Jákup H. Foldbo, Trivnaðarleiðari. – Orðstýrari: Rani Nolsøe.

Arnhold Nielsen, kommunulækni luttekur eisini.

Kl. 21.00 Liðug

Etiska Ráðið

 

Please follow and like us:

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.