KIRKJURÁÐSVALIÐ 2021 Í KLAKSVÍKAR SÓKN 2. NOVEMBER

Føroyska fólkakirkjan er skipað á fólkaræðisligum grundarlagi, og komandi týsdag 2. november verður kirkjuráðsval í Føroyum, har kirkjuráð verða vald til at stýra teimum ymsu kirkjunum eins og at hava sína ávirkan á, hvussu fólkakirkjan skal virka komandi fýra árini. Valrætt hava tey, ið eru doypt og eru vorðnir limir í fólkakirkjuni.

Verandi kirkjuráð heitir tí á kirkjufólkið í sóknini, t.v.s. í Ánunum, Klaksvík og á Norðoyri, um at fara á val og velja eitt av valevnunum á listanum, har 13 valevni eru. Øll hesi bjóða seg fram at arbeiða fyri at gera umstøðurnar í kirkjuni enn betri og virka fyri, at øll kristilig tænasta, ið á ymsan hátt verður gjørd í kirkju okkara, fær tær bestu umstøðurnar at virka undir.

1. februar í ár vóru skrásett 3085 kirkjufólk í sóknini og til valið nú eru tað 2502 av hesum, ið eru yvir 18 ár, og tí hava valrætt.

Til seinasta kirkjuráðsval var luttøkuprosentið í Klaksvík 40,2%, men vónandi verður tað hægri hesuferð.

Valevnini til kirkjuráðið eru hesi:
Árni B. Petersen
Bergfríð Klakstein
Eliesar Lydersen
Jón Egholm Jacobsen
Karl Johansen
Malan Klein Olsen
Maria Olsen
Martha H. Mýri
Olevina Sundskarð
Petra Jacobsen
Sigmar A. Høgnesen
Sigrið Mikkjalsdóttir Joensen
Símun Michael Sørensen

Valið fer fram í kirkjukjallaranum í Christianskirkjuni frá kl. 10.00 til kl. 20.00, ella so leingi fólk koma á valstaðið.

Valrætt hava øll í Klaksvíkar sókn, ið eru yvir 18 ár og limir í fólkakirkjuni.

Heitt verður á veljarar um at hava valkortið við.

Eru veljarar, ið á onkran hátt ikki hava møguleika at koma á valstaðið, kunnu hesir venda sær til ein av limunum í valstýrinum, í seinasta lagi á middegi fríggjadagin 29.oktober.

Valstýrið í Christianskirkjuni

Karl Johansen, Maria Olsen, Kristianna Jóhannessen

Christianskirkjan