Kirkjuklokkurnar í Danmark ringja hvønn dag klokkan 17:00

So leingi Corona er, hava kirkjunar í Danmark avgjørt, at tey ringja hvønn dag klokkan 17:00 inntil at man hevur fingið tamarhald á Coronu, hetta fyri at vísa samanhald við hvønn annan í hesu truplu tíð.
Tað eru teir 10 biskuparnir sum hava mælt teimum 2.350 kirkjuni í Danmark at ringja hvønn dag, har fólk kunnu senda ein tanka til tey, sum tey ikki sleppa at vitja og síggja í løtuni, eisini øll tey, sum eru sjúk og eisini øllum teimum sum taka sær av okkara sjúku.
Ein góður tanki og hetta skuldi vit eisini gjørt í Føroyum. Kanska okkara biskupur tekur táttin upp.
SáH
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: