Politikkur Tíðindi

Kim Kielsen vitjar Føroyar í morgin

Grønlendski landsstýrisformaðurin Kim Kielsen kemur á arbeiðsvitjan í Føroyum hósdagin. Løgmaður verður vertur fyri vitjanini.

Seinnapartin hósdagin kunnar landsstýrisformaðurin seg um viðurskiftini hjá Vága floghavn og Atlantic Airways. Síðan verður farið til Havnar, har løgmaður og landsstýrisformaðurin hava fund í Tinganesi. Partarnir fara at viðgera samstarv landanna millum og felags áhugamál. Aftaná fundin fáa fjølmiðlafólk høvið at hitta stjórnarleiðararnar.

Fríggjadagin verður vitjað á brennistøðini á Hjalla og hjá Vónini. Leygardagin vitjar grønlendski stjórnarleiðarin Oilwind, og grønlendska fylgið fer av landinum aftur leygardagin seinnapart.

“Vitjanin hjá Kim Kielsen er eitt gott høvi hjá Føroyum og Grønlandi at styrkja sambandið og at menna samstarvið millum londini í ríkisfelagsskapinum. Føroyar og Grønland hava søgulig bond og fleiri viðkomandi mál at umrøða. Heimurin er broyttur nógv seinnu árini, har fleiri lond hava áhuga í okkara parti av heiminum. Góð viðurskifti landanna millum hevur tí stóran týdning,” sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Løgmansskrivstovan

Símun á Høvdanum
Hjálp News.fo og Norðoya Portalin at gerast enn betur. Send okkum tíðindir, lýsingar og hava tit hug at stuðla fíggjarliga, eru tit vælkomin at senda eina upphædd á konto 6460 382.440.50 ella 9865 9927330. Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.