KÍ vann uppiborið 3-1 á AB

KÍ vann 3-1 á AB ígjár og var tað Jóannes Bjartalíð sum bleiv dagsins hetja. Hann gjørdi ikki mætari enn at skora øll málini hjá KÍ. Tvey í fyrra hálvleiki og eitt í seinna hálvleiki.

Tað gingu 11 min., so hevði Jóannes Bjartalíð sett bóltin í netið hjá AB. Verjan hjá AB gjørdi fleiri misskjingar frammanfyri málið hjá teimum sjálvum og tað útnyttaði Jóannes og settið bóltin í málið til 1-0.

Tá hálvum tími varð leiktir, fór Ronni Møller Iversen ígjøgnum og leggur ein góðan bólt til Jóannes Bjartalíð og hann takkar fyri og legði KÍ á odda 2-0, hetta gjørdist eisini hálvleiksstøðan.

Í seinni hálvleiki var KÍ ikki at kenna aftur, AB hevði mestsum alt spæli og tað endaði eisini galið, Rasmus Dan Sørensen frá AB skoraði til 2-1 og fyrsta mál, sum er farið ígjøgnum hjá Meinhard Joensen í málinum hjá KÍ í hesum kappingarárinum.

Hetta gjørdi, at KÍ vaknaði aftur og tá ið Páll Klettskarð bleiv hildin harðliga í brotssparkteiginum hjá AB, bleiv brotsspark dømt til KÍ og Jóannes Bjartalíð settið bóltin í málið og sostatt hattrick og dagsins maður.

KÍ liggur á odda við 12 stigum fyri fýra dystir við fullum stigatali og hóskvøldið skal KÍ vestur til Sørvágs at leika ímóti 07 Vestur, teir liggja niðast við einum stigi.

Vónandi heldur góða gongdin hjá KÍ fram. Koyr á KÍ.

Her fleiri myndir av dystinum, klikk her “KÍ – AB 3-1”.

SáH

Please follow and like us:

2 thoughts on “KÍ vann uppiborið 3-1 á AB

  1. Pingback: Topcamtube.com

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.