KÍ vann uppiborið 3-0 á Víkingi í Sarpugerði og liggja nummar tvey

Endiliga bradaði hjá okkara framherja Páll A. Klettskarð og skoraði hann heilið tvær ferðir í Sarpugerði. Einaferð í fyrra hálvleiki tá ið 35 min. vóru leiktir, Ísak legði ein góðan bólt innfyri og Páll takkaði fyri og settið bóltin í netið til 2-0. Seinna málið hjá Páll var í øðrum hálvleiki, har Páll økti til 3-0 eftir horna, tá ið góðir tími var leiktir.

Fyrsta málið hjá KÍ stóð Hørður Askham, tá hálvur tími var leiktir.

Super flott og nú hevur KÍ 26 stig fyri 12 dystir og liggja á einum flottum øðrum plássið, tí B36 tapti 3-2 á NSÍ í Gundadali ídag og hava 25 stig.

Á Norðoyastevnu skal KÍ møta B36, so tað verður ein toppuppgerð, betur kann tað ikki blíva.

Koyra á KÍ

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author