KÍ vann trygt 4-1 á EB/Streymi

Klaksvíkskappingin er skotin ígongd og tveir dystir vóru leiktir í gjár. Víkingur vann 3-0 á HB og KÍ vann 4-1 á EB/streymi, sostatt tveir sannførandi sigrar til KÍ og Víking.

KÍ vann trygt 4-1 á EB/Streymi

Tað var Jóannes Bjartalíð, sum legði KÍ á odda við 1-0 eftir uppleggið frá Claes Kronberg.  Árni Frederiksberg økti til 2-0 og tað bleiv eisini hálvleiksstøðan.

Í seinna hálvleiki legði Páll Klettskarð á odda 3-0, sjá myndir, EB/Streymur minkaði um munin til 3-1, har Niklas Kruse settið brotssparkið trygt í netið, Kristan fór til høgru og Niklas settið bóltin í vinstru, sjá mynd. Boris Dosljak slóð sigurin fastan, har hann bleiv spældur fríur av Árni Frederiksberg og plaseraði hann bóltin við handaru stong og skeyt bóltin í málið til endaði úrslitið 4-1 til KÍ og sosatt er KÍ komin í finaluna saman við Víking.

Dystirnir í dag eru hesir, um tað verður spælandi fyri nógva vindinum.

Kl. 13:00 dysturin um 3. plássið HB-EB-Streymur (dómari: Alex Troleis)

Kl. 15:15 Finalan KÍ – Víkingur (dómari: Kári á Høvdanum)

SáH

Her myndir frá dystinum KÍ-EB/Steymur í gjár.

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author