Í gjárskvøldið tók KÍ ímóti B71 í Djúpumýru. Fyrri hálvleikur var javnur, vit einari lítari yvirvág til KÍ og miðskeiðis í hálvleikinum legði Henry Heinsen KÍ á odda 1-0 eftir eitt gott hornað frá Ronni Møller Iversen, hetta gjørdist eisinis støðan í hálvleikinum.

Í seinna hálvleiki skrædnaði alt hjá B71 og KÍ vann sannførandi dystin 6-0, málini skutu hesir:

1-0: Henry Heinsen
2-0: Eivin Sørensen
3-0: Hjalgrím Elttør
4-0: Hjalgrím Elttør
5-0: Ronni Møller Iversen
6-0: Bárður Hansen

KÍ liggur framvegis á odda í deildini við 48 stigum, beint í hølunum á teimum kemur ÍF við 45 stigum. Næsti dystur verður í Gøtu sunnudagin.

SáH

       

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: