Her er tað nýggjasta um hópin frá okkara venjara toymið.

Aksel
Venur aftur við fullari ferð aftaná ein langan steðg síðani september har hann skaddi sær krossbandið

John
við fullari ferð eftir at hann hevði ein lítlan snudd í gluteus. Er spælklárur.

Óli
Er í betring og væntast úti í uml. 3 vikur aftur við einum knæskaða

Torbjørn
Er í betring og er aftur á vøllinum eftir eitt strekk í baklærið. Hann verður møguligani spælklárur til vikuskiftið.

Ólavur
Er úti við einum snuddi í forlærinum. Væntast klárur um nakrar dagar.

Deni
Er skurðviðgjørdur í hondini aftaná eitt brot móti Víkingi. Hann venur sjálvstøðugt. Væntast spælklárur um 1-3 vikur.

Kristian
Venur við fullari ferð aftaná at lyskan hevur verið strongd. Er spælklárur.

Kelda: KÍ – Klaksvíkar Ítróttarfelag

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: