​KÍ tapti Klaksvíkskappingina 2022

Fyri júst einum árið síðani vann KÍ Klaksvíkskappingina, men í kvøld tapti teir finaluna til Víking.

Tað var annars Jóannes Bjartalíð sum legði KÍ á odda í fyrra hálvleiki, har hann lobbaði bóltin uppum málmannin hjá Víking. Víkingurin javnaði beint áðrenn hálvleik 1-1, har dómarin dømdi brotsspart til Víking og Sølvi Vatnhamar settið bóltin í netið til 1-1.

Dysturin endaði eisini við 1-1 og so bleiv brotssparskapping og har tapti KÍ við 5-4, sostatt vann Víkingur 6-5 og Klaksvíkskappingina 2022.

Her nakrar myndir frá dystinum.

SáH

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: