KÍ vann uppiborið greipuna á Tórsvøllinum leygardagin.

Nógvir KÍ fjepparar vóru og sóu eina spennandi finalu og har KÍ gjørdist steypavinnarar. HB gav KÍ mótstøðu í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki vóru KÍ kvinnurnar nógv best.

Í 19. min. legði Durita Hummeland KÍ á odda eftir hornaspark frá høgru, sjá myndir. HB javnaði í 29. min. við málið frá Lív Rúnadóttir, so hálvleikstøðan bleiv 1-1.

Í seinna hálvleiki legði KÍ seg á dystin og HB hevði ilt við at fylgja við skjóta spælinum hjá KÍ og í 56. min. legði Tóra Mohr KÍ á odda 2-1 við einum góðum innleggið úr høgru frá Jórun Najma Patawary, sjá myndir. Hetta gjørdist eisini sigursmálið og KÍ kvinnurnar kundu feira at tær høvdu vunnu greipuna í 2022.

Dagsins leikari gjørdist Jórun Najma Patawary og formaðurin í FSF Christian Andreasen handaði henni heiðursplátu fyri hennara avrit í steypafinaluni.

Stórt tillukku KÍ kvinnur, tit eru bara best. 22 meistarskap og nú greipuvinnarar í 2022, her myndir frá dystinum og eitt filmsklipp, SO ER TAÐ GJØRT, sum tit allar róptu.

SáH

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: