KÍ hevur spælt seg víðari í UEFA Conference League

KÍ leikti ein góðan dyst í kvøld og hevur spælt seg víðari í UEFA Conference League 2 umfar.

Teir vunnu 1-0 á FK Sutjeska á Djúpumýru og var tað málkongurin Páll Klettskarð sum avgjørdi dystin í 65. min., har hann stútaði bóltin í málið hjá FK Sutjeska eftir sera góðum innleggi frá Árna Frederiksberg, sum aftur var at síggjá á KÍ liðnum eftir at hann var vrakaður til báðar dystirnar ímóti Bodø Glimt.

Seinastu minuttirnar leikaði hart á málið hjá KÍ, men KÍ vardi væl og dómarin sum hevði lagt 5. min. í eykatíð floytaði dystin av í 95. min. og KÍ vann uppiborið og hevur spælt seg í 3. umfar.

Fantastiska flott klára og stórt tillukku.

SáH

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: