KÍ – HB við Djúpumýru nú sunnudagin

Várið er ávegis, fyrireikingar til nýggja árið eru lidnar og sunnudagin fer bólturin endiliga á rull aftur.

KÍ hava helst torførastu uppgávuna í fyrsta umfarið, har verandi Føroyarmeistararnir úr HB, eru á vitjan við Djúpumýru.

Hendan uppgerðin verður vanliga rópt “klassikarin í føroyskum fótbólti”, har slagið stendur ímillum Havnina og Klaksvíkina.

Bæði liðini hava í ár meldað út, at topp fýra er eitt krav. Tí er lagt upp til ein týðandi dyst longu í fyrsta umfari.

HB hava í vetur megnað at hildið fast í stammuni frá metárinum í 2018, har høvuðsvenjarin, Heimir Guðjónsson, heldur fram.
Hinvegin er stór útskifting í KÍ, har seks leikarir eru farnir og seks nýggir eru komnir til.

40 meistaraheitir eru ímillum KÍ og HB, har Havnin hevur munin við 23 meistaraheitum.

Útfrá venjingardystum eru áleyparirnir Adrian Justinussen (HB) og Patrik Johannesen (KÍ) deildir toppskjúttar við 5 mál hvør.
Vit skulu heilt aftur til 21. Mai 2017, fyri at finna seinasta sigur hjá KÍ ímóti HB við Djúpumýru. Harafturat hava HB ikki tapt seinastu 17 útidystirnar.

Mikkjal Thomassen (KÍ) hevur meldað út, at í ár verður roynt við nýggjum spælistíli. Hinvegin heldur HB fast um gongdina í 2018, har teir í vetur longu hava vunnið 2 steyp í ávikavist VFF-Cup og Stórsteypadystinum.

Lagt er upp til eitt brak av einum dysti. Góðan dyst og gott kappingarár øll somul!

Atgongumerki fyri 80 kr. kunnu keypast við dyrnar ella á netinum. Tá tú keypur á netinum fært tú atgongumerki sendandi við teldupost, sum tú kanst printa út ella vísa við eini snildfon við dyrnar.

Keyp her: https://ki.atgongumerki.fo/webshop/event/850538/order/main

Kaffi og annað kann keypast við vøllin. Bert kontant.

Kelda: Klaksvíkar Ítróttarfelag

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: