KÍ fyrireikar seg til dyst móti Young Boys

Hóast ongin almenn fráboðan er komin frá UEFA um, at KÍ skal til sveisiska høvuðsstaðin, Bern, at spæla Champions League dyst móti Young Boys í næstu viku, ganga fyrireikingarnar hjá KÍ fyri seg, sum um at liðið skal avstað

Enn er ongin niðurstøða komin úr UEFA, sum staðfestir, hvør hevur vunnið ætlaða dystin millum KÍ og Slovan Bratislava. Og tí er tað enn óvist, um KÍ er komið víðari í Champions League kappingini. Felagið hevur fingið boð um, at støðan við avlýsta dystinum, verður skundviðgjørd á fundi í aganevndini hjá UEFA mánamorgunin.

Í skrivi ger UEFA greitt, at úrslitið á heimasíðu teirra, sum vísir, at KÍ hevur vunnið dystin 3-0, er eitt mistak í teirra egnu skipan, tá dystir verða av ongum. Og tí undirstrikar UEFA, at ongin endalig støða er tikin í málinum enn.

– Vit kunnu ikki vænta greið boð frá UEFA fyrr enn mánadagin, sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ.

Kortini arbeiðir KÍ, sum um at liðið skal avstað, tí tað eru boðini frá UEFA. Millum annað hevur felagið sent umbøn um at útseta dystin í Bern eitt samdøgur.

– Tað er gjørt eftir áheitan frá UEFA, men Young Boys skulu spæla steypafinalu sunnudagin, og tí var svarið frá teimum noktandi, sigur Tummas Lervig, formaður, og leggur afturat, at boðini frá UEFA eru, at bæði feløgini skulu halda fram við sínum fyrireikingum til at fara til Sveis.

Klaksvíkar Ítróttarfelag

Please follow and like us: