KÍ Føroyameistarar 2021 í stórum stíli

KÍ hevur verið klárt besta liðið í ár og tað slógu teir fast við 10 tumma seymi í gjárskvøldið, tá ið teir vunnu uppibornan sigur 3-1 á B36.
Málkongurin hjá KÍ Páll Klettskarð vísti hvar skapi skuldi standa, bæði tá ið hann skoraði til 1-1 og til 2-1 og so bleiv John Johannesen skiftir inn og í yvirtíðini avgjørdi hann dystin til 3-1 og KÍ gjørdist føroyameistarar 2021.
Eitt sera hendigarríkt ár og tað hevur verið veitsla í býnum síðani síðsta brígslið hjá Kára á Høvdanum og fólk eru enn í býnum.
Stórt tillukku KÍ og Klaksvíkar Ítróttarfelag.
SáH
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: