KÍ fingið tillutað fleiri bólkar

FSF boðar frá, at tað er útselt í teimum bólkunum, har KÍ av fyrstan tíð fekk tilluta, tískil hava vit fingið fleiri KÍ bólkar.

Undirtøkan til steypafinalurnar hjá monnum og kvinnum er einastandandi góð. Bólkur 105, 106, 107 og 108 eru útseldir, harvið hava vit fingið fýra bólkar afturat sum vera okkara.

Talan er um bólkarnir frá 109 til 113.

Vit eru serstakliga ovfarin av góðu undirtøkuni, og vóna vit at vit øll kunnu geva okkara leikarum teir bestu karmarnar – soleiðis at vit kunnu vinna seinastu dystirnar á árinum!

Koyr á KÍ

KÍ – Klaksvíkar Ítróttarfelag

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: