KÍ fær nýggjan leikara úr Norra!

Danin, Claes Phillip Kronberg, hevur skrivað undir eitt ára sáttmála við KÍ. Claes er 33 ára gamal, og hevur royndir í bestu norsku deildini.
Claes er føddur í Falster í Danmark, har hann umboðaði barndómsfelagið, Nykøbing FC, fram til 2011.
Í 2011 fór Claes til Noregs, har hann hevur spælt líka síðani. Seinastu 10 árini hevur Claes umboðað Sarpsborg 08, Viking og seinast Sandnes Ulf.
Vit ynskja Claes Kronberg hjartaliga vælkomnum til felagið og góða eydnu í KÍ blusuni!
KÍ – Klaksvíkar Ítróttarfelag
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: