KÍ avlýsir alla venjing fyribils hjá ungdómsdeildini

Klaksvíkar Ítróttarfelag vil eisini fylgja tilráðingunum frá mynduleikunum ísamband við smittuvandan av covid-19. Hetta verður nú gjørt, við at avlýsa alla venjing fyribils hjá ungdómsdeildini.

Hetta er sera óheppið, men meta vit verða neyðugt fyri at minka um smittuvandan. Meira kunning kemur seinni. Og vóna vit at hetta verður komið í rætt lag so skjótt sum gjørligt.

Lat okkum sum felag og samfelag standa saman. Koyr á KÍ.

Vinarliga

Ungdómsleiðslan

KÍ – Klaksvíkar Ítróttarfelag

Please follow and like us:

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.