KBI yvirtekur akkumulatorvirkið Pólar

KBI í Klaksvík hevur keypt vælkendu akkumulatorfyritøkuna Pólar Havn, sum Margeir Ørvarodd hevur átt og rikið í mannaminnir.

Pólar er ein sera kend og nógv vitjað fyritøka, sum liggur í Sigmundargøtu í Havn, beint yvir Rættará. Kaffistovan hjá Pólar er tiltikin millum Havnarfólk, og dagliga leggja nógv folk leiðina framvið Pólar til ein kaffinum og eitt stutt prát.

Hendan gongdin fer at halda fram, tí Pólar fer við nýggja eigaranum at halda fram sum sjálvstøðug fyritøka, just sum vit øll kenna hana.

Karl Birgir Isaksen, sum eigur KBI, sigur í stuttari viðmerking, at “tað er við størstu virðing og stoltleika, at KBI nú yvirtekur vælkendu akkumulator fyritøkuna Pólar. Vit fara at veita kundunum eina so góða tænastu, sum til ber. Pólar er kend fyri at kunna nøkta einhvønn tørv hjá vinnu- og privatkundum, tá tað snýr seg um akkumulatorar og battaríir. Soleiðis verður eisini framyvir. Og fólk eru eisini altíð vælkomin inn til ein kaffimmun og eitt prát.”

Margeir Ørvarodd, sum nú hevur selt sítt lívsverk og verður pensioneraður, er sera fegin um, at Pólar nú fer at halda fram sum áður. Hann ætlar sær sjálvur at vitja dúgliga omanaftur til kaffi, prát og hugnaløtur, saman við øllum hinum, sum vanliga hava sína gongd inn á Pólar.

Tað eru Axia Advokatar, sum hava staðið fyri søluarbeiðinum. “Vit halda, at tey í Axia hava verið sera dugnalig og professionel í sínum arbeiði.” Hetta eru vit báðir sera væl nøgdir við, siga Margeir og Karl Birgir.

Please follow and like us:

4 thoughts on “KBI yvirtekur akkumulatorvirkið Pólar

  1. Pingback: 안전공원

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.