Kavarin á Hellisenda hevur avdúkað seg sjálvan

Var ein túr á Borðoyavík í morgun og har hevur kavarin á Hellisenda avdúkað seg sjálvan.

Hann skuldi avdúkast á Norðoyastevnu 2021, men sum kunnugt, so hava vit fólk í Klaksvíkar Kommunu og Tórshavn, sum nú tvær ferðir hava avlýst Norðoyastevnurnar, bæði í 2020 og 2021. Hví avdúkingin bleiv avlýst er mær ein gáta, smittan var nógv hægri vikuna áðrenn Norðoyastevnu og tá bleiv onki avlýst, bara tann eina dagin tað vikuna blivu 16 smittaði tá og nú Norðoyastevnan er farin aftur um bak, so er alt opið aftur og væntandi vera allar hinar stevnuar hildnar, á sama hátt sum í 2020.

Kavarin á Hellisenda vildi ikki bíða til Norðoyastevnu 2022, so hann hevur avdúkað seg sjálvan og hvør veit um Norðoyastevnan 2022 verður hildin? Livst so spyrst.

Her nakrar myndir av kavarnum á Hellisendi, myndirnar tiknar í morgun tann 14. juni 2021.

SáH

Please follow and like us: