Kavagrevstur: støðan í kommununi er serstøk

Tað er ongin ivi um, at slíkir kavadagar, sum vóru undan jólum og aftur hetta vikuskiftið, geva stórar avbjóðingar. Borgarar verða ørkymlaðir, og tað er at skilja, sigur Karl Johansen, borgarstjóri.

– Á leið 50 kilometrar av vegi skulu gravast og saltast, so hvørt sum kavin fellur. Vegadeildin er útgjørd til at kunna loysa uppgávuna, men starvsfólkahópurin megnar ikki meira enn eitt vist. Tað liggja nógvir arbeiðstímar í at koma runt, og ofta verður runnið kapp við tíðina, áðrenn meira kavi fellur, og farast skal afturumaftur.

-Kortini má eg ásanna, at parturin hjá starvsfólkunum á Vegadeildini ikki liggur eftir. Tey gera veruliga eitt stórt arbeiði í sambandi við kavaruddingina, og tað eiga tey rós fyri, sigur Karl Johansen.

Tað er ikki óvanligt, at borgarar kundu hugsað sær, at kavaruddingin varð betur skipað. Í løtuni er kavaruddingin skipað eftir einum leisti, har tilbúgving, høvuðsvegir, bussleiðin og parkeringsøki hava fremstu raðfesting. Næstir eru vegir, sum liggja parallelt upp at høvuðsvegnum, og teir vegir, har mestur kavi fellur. Síðani koma síðuvegir, smalir vegir, brattar brekkur og gonguteigar.

Kavaruddingin verður javnan eftirmett og tillagað. Í løtuni eru tríggjar maskinur, sum verða brúktar til kavaruddingina.

Borgarar kunnu altíð boða kommununi frá, um okkurt ávíst kommunalt øki ikki er ruddað.

Boð kunnu sendast til klaksvik@klaksvik.fo ella við at ringja til Miðlan á tel 410000.

Klaksvíkar Kommuna

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: