Karl Johansen borgmeistari var til svimjikapping í dag og loysti allar trupuleikarnar hjá Ægir

Ægir fólkini vóru sera glað at síggja okkara borgmeistara Karl Johansen til stóru svimjikappingina hjá okkara heilt ungu svimjarum í dag og vit báðir, formaðurin í Ægir og nevndarfólk fingu tosað við Karl Johansen um trupuleikarnir hjá Ægir og víst honum vánaligu umstøðurnar hjá Ægir.

Loysn sæst nú á málinum við felagshølir til Ægir. Ægir fær norðurendan í Svimjihøllini har Almannaráðið heldur til í løtuni og tá ið tey fara út í HF bygningin í summar, so fær Ægir øll hølini. Á tann hátt er trupuleikin loystir, Ægir fær felagshølir, venjingarhølir og eina skrivstovu í svimjihøllini og tað kundi ikki verið betri og meira rættvíst fyri okkara stolta svimjifelag, tí tað er Ægir sum uppfostrar og lærir okkara svimjarar í býnum at svimja og sum vera kundar hjá svimjuhøllini í framtíðini.

Bánatogini eru í Danmark og eru klár at senda upp, so nú manglar bara ryggstartarnir og at man umvælur flisarnar sum eru brotnir við og í kappingarhylinum.

So skjótt tann tað loysast. Takki Karl Johansen borgmeistari fyri at tú komst at hyggja eftir svimjikapping í dag og at Klaksvíkar Kommuna endiliga raðfestur Ægir og at tú væntandi fer at klára at loysa hølistrupuleikan og venjingarhølini hjá Ægir, tað seta Ægir og allir okkara svimjarar, venjarar og nevndarfólk sera stóra prís uppá.

Lat okkum vera viðspælarar og ikki mótspælarar.

SáH

Karl Johansen borgmeistari og Danny Højsted formaður í Ægir.
Karl Johansen borgmeistari og Símun á Høvdanum
Maja Højsted, Karl Johansen borgmeistari og nevndarlimurin hjá Ægir Janus Joensen

 

 

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: