Kanst tú siga farvæl á týskum

Kannst du sagen lebewohl syngur Asta Højgaard úr Klaksvík. Hon stendur við sjóvarmálan og tankarnir leita víða.

Sorgblíðni føroyski sangurin, um persónligan stongsil og útfarahug, hevur í síni 22 ára gomlu livitíð fylgt føroyingum burturi og heima.

Men spurningarnir eru teir somu á týskum. Kannst du sagen lebewohl; zu diesen trauten Wegen; die Welt in deine kleinen Füße legen.

Ingi Isaksen og Erik Biskopstø hava upptikið sangin og spæla øll ljóðførini. Umframt Astu syngur Pætur við Keldu røddir og kór.

Tað er Petur M. Solmunde, ið hevur filmað, klipt og sett videolagið saman.

Sangin, Kanst tú siga farvæl, skrivaði Steintór Rasmussen í 1998. Ta týsku umsetingina eigur Martin Schürholz.

Talan er um nýtt YouTube videolag.

Asta Højgaard syngur Kanst tú siga farvæl á týskum:

Please follow and like us:

2 thoughts on “Kanst tú siga farvæl á týskum

  1. Pingback: coin signals scam

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.