Her er yvirlit av kanningartíðum á kanningarstøðunum hjá Sjúkrahúsverkinum.

Um broytingar verða gjørdar, tá verða tær kunngjørdar her og rættaðar til á yvirlitinum niðanfyri.

Upplatingartíðirnar á Faktorvegi í Klaksvík eru hesar:
Mánadag kl. 8-12

Mikudag 8-12

Fríggjadag 8-12

Upplatingartíðirnar á Eystaru Bryggju í Tórshavn eru hesar:

Mánadag og mikudag kl. 17-19

Týsdag kl. 20-22

Fríggjadag 19.30-21.30

Leygardag 16.30-18.30

Ongar kanningar eru hósdag og sunnudag.

Upplatingartíðirnar á Tvøroyri, við Trongisvágs skúla:

Mánadag og mikudag kl. 8-10.

Fríggjadag kl. 9-12

Eingin ávísing krevst.

Øll, ið vilja lata seg kanna á Tvøroyri, í Klaksvík og í Havn, skulu bíleggja eina tíð, áðrenn tey fara í bíðirøð.

Til ber at bíleggja tíð til koronukanning her á síðuni.

Tá ið tú bíleggur, velur tú fyrst kanningarstað og so eina tøka tíð í upplatingartíðini.

Minst til at hava bíleggingarkvittanina við tær. Møtið stundisliga.

Hevur tú trupulleikar við at bíleggja tíð á heimasíðuni, ber eisini til at ringja á 30 45 45 og bíleggja. Telefonin svarar mánadag – fríggjadag kl. 14 – 16.

Heilsumálaráðið

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author