Kanningartíðir hesa vikuna

Sjúkrahúsverkið hevur tillagað tíðirnar á nýggju kanningarstøðunum.

Her er yvirlit av kanningartíðum á nýggju kanningarstøðunum hjá Sjúkrahúsverkinum hesa vikuna. Kanningaryvirlitið er galdandi til og við 6. september. Broytingar kunnu koma fyri.

Hesa vikuna verður kanningarstøð aftur sett upp í Runavík týsdagin.

Tórshavn, á Eirargarði:

  • Gerandisdagar kl. 17-19.
  • Leygardag kl. 13-15.

Klaksvík, á Víkarvegi:

  • Mánadag, mikudag, fríggjadag kl. 9-11.

Runavík, í Skótahúsinum

  • Týsdag kl. 11-13.

Tvøroyri, við Trongisvágs skúla:

  • Mánadag, mikudag, hósdag kl. 8.30-10.30
  • Týsdag og fríggjadag kl. 9-12

Eingin ávísing krevst.

Fyri at verða kannað/-ur, skalt tú stilla teg í bíðirøðina í upplatingartíðarskeiðinum. Øll, sum stilla seg í bíðirøðina í upplatingartíðini, verða kannað.

Bíðitíðin kann verða drúgv. Tak okkurt til matna/drekka við og kanska eisini eina bók at stytta tær stundir við.

Heilsamálaráðið

Grillin hjá Símun - Maverick
Grillin hjá Símun – Maverick. Kylling & Chips 79,00 kr.
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author