Kanningarskipanin heldur fram til 14. august

Leiðreglurnar fyri ferðandi til Føroya halda fram óbroyttar. Øll ferðandi, sum koma til landið, skulu framhaldandi lata seg kanna til og við 14. august 2020. Landið ber kanningarkostnaðin, og ferðandi skulu tí ikki rinda fyri kanningina, tá ferðast verður til Føroya.

Ferðandi eiga framvegis at fara beinleiðis í heimauppihald, til tey hava fingið svar upp á kanningina. Vanliga verður hetta sama kvøld og í seinasta lagi á middegi dagin eftir. Tey ferðandi kunnu av somu orsøk vænta drúgvari bíðitíð, tá ið tey koma til landið.

Øll ferðandi eiga at vísa serligt varsemi á ferðini til Føroya og í tíðini eftir komu. Við at lata upp fyri ferðing til Føroya, økist eisini smittuvandin. Tí verður heitt á øll um at minnast til frástøðuna og góða reinføri. Okkara samfelag er lítið og viðbrekið, og tí er umráðandi, at fyrilit framvegis verða tikin at fyribyrgja smittubreiðslu.

Heilsumálaráðið hevur longt sáttmálarnar við Thetis og Smyril Line um koronakanningarnar til og við 14. august, soleiðis at kanningarnar av ferðafólki framhaldandi verða gjørdar á besta og tryggasta hátt.

Samstarvsáttmálarnir kunnu síggjast her og her.

Heilsumálaráðið

Please follow and like us:

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.