Kanning av sjúkueyðkenni hjá fólki, sum eru smittað við COVID19

Nógv virksemi er í gongd á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu. Í gjár fingu 1500 persónar bræv frá okkum í samband við kanning av myrkatalinum. Tað hevur verið ein sannur telefonstormur, og meira enn 200 fólk hava longu sagt, at tey vilja luttaka. Tað eru vit sera fegin um.

Ein onnur verkætlan fer í gongd nú, har endamálið er at kanna sjúkutekin hjá fólki, sum hava havt koronasmittuna. Vit ætla at greina vanligu sjúkugongdina hjá teimum, men í serligan mun eisini at finna tey, sum hava óvæntaða sjúkugongd og eftirsjúkur.

Luttøkan ber við sær, at vit ringja til hesi fólk eina ferð um vikuna í 6 vikur. Tað verður í høvuðsheitum læknin og PhD lesandi Marnar F. Kristiansen, sum fer at ringja. Frá summum fara vit eisini at biðja um eina blóðroynd at máta andevni í kroppinum, brunamarkørar, blóðtýpu og møguliga genetiskar broytingar, sum kunnu verða tengdar at sjúkueyðkennum. Hettar verður gjørt fyri at kunna samanbera tey, sum hava verið illa sjúk, við tey, sum hava haft milda sjúku.

Verkætlanin er eitt samstarv millum Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, Landssjúkrahúsið, Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, Fróðskaparsetur Føroya og Depilin fyri Heilsu- og Almannagransking. Pál Weihe er kliniskur ábyrgdarhavi og stendur saman við Mariu Skaalum Petersen, granskara fyri hesi kanning. Aðrir luttakarar eru Marin Strøm, lektari á Fróðskaparsetrinum, Bjarni á Steig og Shahin Gaini, yvirlæknar á Landssjúkrahúsinum, Lars Fodgaard Møller, landslækni, Debes H. Christiansen, deildarleiðari á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, og Marnar F. Kristiansen, lækni og PhD lesandi á Fróðskaparsetrinum.

Verkætlanin er fíggjað við 445.000 frá partafeløgunum Krúnborg og Borgartún.

Vinarliga

Pál Weihe, yvirlækni og Maria Skaalum Petersen, granskari

Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu

Please follow and like us:

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.