Kanna eisini fyri koronu leygardagin og sunnudagin
Kanna eisini fyri koronu leygardagin og sunnudagin

Landssjúkrahúsið hevur gjørt av, at øll sum standa í bíðirøð klokkan 15 verða kannað fyri koronu í dag, meðan onnur verða biðin um at bíða til í morgin at lata seg kanna.
Kannað verður bæði leygardagin og sunnudagin frá klokkan 9.
Sera nógv fólk lata seg kanna fyri koronu í hesum døgum, og longu klokkan 8 í morgun var bíðirøðin niðan móti Bilrøkt við Velbastaðvegin. Á døgurða var bilrøðin niðan framvið Skúlaheimið í Marknagili, og bilar leggjast støðugt aftrat røðini. Hetta leggur stórt trýst á øll og ikki minst tey, sum standa fyri potingini.
Fyri at potingin kann enda í rímiligari tíð, hevur Landssjúkrahúsið tí gjørt av, at ikki fleiri bilar koma í bilrøðina eftir klokkan 15.
Landssjúkrahúsið