Kann hetta passa? ella gongur alt upp nú viðvíkjandi Biskupstorginum?

Hetta skrivar Norðlýsið í gjár “Jógvan Skorheim, sum er partur av Fríðu takkaði fyri, at henda drúgva tilgong nú endiliga er komin á mál, býnum og miðbýnum at frama.”

Er tað virkuliga so langt úti, at fyrrverandi borgmeistarin Jógvan Skorheim hevur verið innblandaður í niðaru hæddini á Biskupstorgi alla tíðina og brúkt 43 milliónir til ein handil sum hann sjálvur er partur av? og vit skattagjaldara skulu gjalda?

Havi eisini tonkt mítt, hví Jógvan Skorheim er innblandaður í Biskupstorgi? men tað fingu vit so fingið játtað frá Norðlýsinum í gjár upp upp á blank papír og er tað eisini orsøkin til at Fríða fær tær flestu av uppgávunum frá Klaksvíkar kommunu og at dagligi leiðarin á Biskupstogrinum eisini kemur frá Fríðu?

Hvussu hongur alt saman Karl Johansen? skulu vit gjalda handilshølir, har ein býráðslimir eru partur av tí størsta handlinum í Biskopstorginum?

Leigan er 900.000,00 kr. fyri alla veghæddina um árið og tað er látuligt, tá ið tonk verður at vit skattaborgarar hava goldið 43.000.000,00kr., 43 milliónir til veghæddina, mín spurningurin til Klaksvíkar Kommunu er hesin, hvat er leigan hjá einstøku handlunnum og hvør hevur bestemma leiguprísin?

Hví skrivar Norðlýsið ikki um hetta óskili viðvíkjandi Biskupstorginum, hvat gongur fyri seg aftanfyri gardinurnar í Klaksvíkar Kommunu og hvør tekur avgerðirnar, er tað Jógvan Skorheim ella verandi samgonga?

Hjartaliga tillukku Klaksvíkar Kommuna við veghæddina á Biskupstorginum, tit eiga nú dýrastu handilshølir í Føroyum og kanska í danska kongaríkinum pr. fermetrar.

Er hetta ikki kappingaravlaðandi? og hvar er kappingarráðið í hesum málinum?

Góðan byr øll somul.

Símun á Høvdanum

Her greinin á Norðlýsinum, klikk her: “Torgið latið upp”

Her filmsklipp frá Kringvarp Føroya um Biskupstorgi, klikk link her “36. mió. fyri virksemið í veghæddini”