Klokkan seks í morgun fór línuskipi Kambur at sigla heim frá Flemish Cap.

Teir hava skít fult skip og hava fisk uppundir lúkurnar.

Tað eru 16 mans við Kambi og væntandi vera teir í Føroyum um 7-8 dagar.

Vit ynskja skipara og manning eina góða heimreisu.

Her nakrar myndir tiknar frá Kambi av línuskipinum Klakki á Flemish Cap í 2019, myndatakari Walter Nysted.

SáH

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author