Kallanes landar nú 9.704 pund til N.F.C.S. frá góðum túri

Klokkan 10:30 kom Kallanes inn eftir vágni. Teir hava roynt við línu norðan fyri Føroyar.

Teir hava 9.704 pund, tað mesta toskur og hýsa. 5.000 pund toskur, 4.500 pund hýsa, restin annað fiskaslag, eitt nú brosma, longa, lýrur og havtasta, sum vigaði 204 pund.

Veiðan bleiv boðin út á Fiskamarknaðinum Føroya og landa verður til N.F.C.S. í løtuni.

SáH

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author