Kallað rennibreytina upp eftir Guttorm

Nú ein av okkara aller størstu ítróttarmonnum í Føroyum er farin um sýn, skjóti eg upp, at vit fara at kallað rennibreytina í Djúpumýru upp eftir hesum mæta manni.

Guttorm Sørensen hevur gjørt sera nógv fyri okkara bý ígjøgnum alt sítt lív og hava vit nógv at takka honum fyri. Einamest innan renningina og har hjartabørnini hjá honum vóru Treysti og rennibreytin.

Sjálvir havi eg ikki runnið nógv, men eg havi tikið hópin av myndum, har Guttorm og onnur góð fólk frá Treystinum hava fyriskipa rennikappingar og altíð havi eg fingið eitt hugnaligt prát við Guttorm, har hann sum oftast var primus motor og startari til hesar kappingar.

Seinast var í mai í ár, tá enn ein kapping fór av bakkastokkinum uttanfyri Norðoya Sparikassa og tá fingu vit eitt stutt prát og vit tosað um krabbamein og koppseting, nú eisini fleiri í mínari familju stríðast við hesu hervligu sjúku, men tú var við gott mót og ynski okkum alt tað besta og so fórt tú aftur at útvarpa, hvør kom fyrst á mál og hvat tíðirnar vóru hjá ymsu rennarnum.

Nú aftaná havi eg tonkt uppá okkara samrøðu umaftur og hon segði ikki so lítið um teg, tú tonkti fyrst uppá hinu og ikki teg sjálvan, sjálvt um tú vart í einum djúpum dali. Tað átti vit øll at lært nógv av, ikki bara at tonkja uppá seg sjálvan, men sanniliga eisini tonkja uppá hinu og gera sítt til at øll hava tað gott og føla seg heima í einum felagskapi.

Havi lisið tey mongu minningarorðini um teg hesa vikuna og tað hevur verið ein rørandi lesnaður og øll hava bara rósandi orð at geva tær og tað hevur tú sanniliga uppiborið. Onkur tár eru eisini farin niður eftir kinninum, tí mínir tankar leita eisini til lítla beiggjan hjá mær, nú hann eisini fór um sýn alt ov tíðliga og alt blussar uppaftur, tá ið ung fólk doyggja og alt tyktist so tómt og meiningsleyst.

Men títt lív hevur ikki verið meiningsleyst, tú hevur lagt stórar varðar eftir tær og nú haldi eg at vit skulu leggja ein varða eftir tær og kallað rennibreytinum upp eftir tær Guttorm Sørensen.

Hvíl í friði og Jesus pápi verður hjá tykkum sum eftir sita í tykkara sváru tíð sum nú kemur.

Símun á Høvdanum

Her ein grein eg skrivaði um teg, tá ið tú fekk handað heiðursskjal Poul E. Petersen í 2018.

Rørandi løta, tá Guttorm Sørensen fekk handað heiðursskjal

Her grein tá ið spakin bleiv settur í til rennibreytina, tá vart tú ein stoltur maður.

Spakin settur í til rennibreytina

 

Please follow and like us: