Kajkanturin á Stongunum lívshættisligur

Var ein gongutúr í morgun á Stongunum og fekk eg sjokk, hvussu lítið skil er á har, reint út sagt, so er tað lívhættisligt at ganga har og er man óheppin, so kann man enda sínar dagar har.

Har er slett onki hent, síðani Jógvan Skorheim tók við róðrinum í Klaksvíkar Býráð, er nakað hent, so er tað til tað verra.

Har flýtir alt í óruddið og kajkanturin er lívshættisligur, har bilar kunnu koyra beint á sjógv og har sjómenn kunnu fáa ein spískan jarnpinn uppundir seg, um teir leypa á land og har eru eisini jarnspennir, har man kann detta um, tá ið ein ætlar sær umborð onkran bát og dettur man, so endar man líkst í havinum.

Onkur kajkantur er so rotin, at hannr er brotið av um tvøran og har er illgræs og ókrút við allan kajkantin, reint út sagt onki sum helst skil á.

Nú nærkast Býráðsval og tá plaga hesir fínu menn/kvinnur, sum ganga á bonaðu gólvinum í Klaksvíkar Kommunu at fara ein gongutúr til Stengurnar og royna at fáa sær nakrar lættar stemmur og lova gull og grønar skóðir, men eg veit ikki, um teir tora eisini til hetta valið. Teir hava so onki gjørt fyri fiskimennirnar í hesari tingsetuna og heldur onki í seinastu tingsetu.

Her filmsklipp av túrinum í morgun og hann er ikki tespiligur at hyggja eftir, sjá herundir. Tit er vælkomin at deila hesa grein,  tí tað kann bjarga lívum.

Símun á Høvdanum

So verður tað gjørt

Please follow and like us:

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.