LØGTINGIд19 Politikkur Vinna

JÚ SANNILIGA DUGA VIT!

Tað var líka við at eg datt á reyvina, tá eg hoyrdi háttvirda vinnumálaráðharran í útvarpslurtinum herfyri. Sum formaður fyri Framsókn kom hann við hesari útsøgn:

“Tað sum eg kann konstaterð er, at virðisøkingin av tí, sum teir verandi aktørarnir hava havt, er ómetaliga lítil. Tað sær út sum nøgd framvegis er tað, ið skal avgera alt og ikki tað, at tað er virðisøkingin og foredlingin av fiskinum. Tað síggi eg so sum tann stóra avbjóðingin. Teir gomlu koma ikki burturúr tí, tí teir hava fingið for stóran part av tilfeinginum”.

Hetta er beinleiðis ósatt, órímiligt og ikki sørt niðrandi av einum vinnumálaráðharra at siga um eina vinnu, sum hevur verið við til at lyfta føroyska samfelagið upp á tað støði tað er í dag. Og slík útsøgn seyrar runt í politiski skipanini., og gerst ein fullkomiliga skeivur veruleiki.

Vinnan hevur gjørt íløgur í hundraðtals milliónir fyri at virðisøkja meiri av uppisjóvarfiski, og hini virkini á landi hava kempa ein langan og seigan kamp, fyri at víðarigóðska tosk, brosmu, longu v.m. Slík útsøgn er ein niðurgerðing og ein háðan móti vinnuni. Ein háðan móti teimum sum hava lagt lív og sál í at menna og góðska fiskatilfeing sum er, til høgt virdar matvørur. Hetta er dagligt yrki hjá 100 tals fólkum og nógvum virkjum.

Føroyar eru tað landið í øllum heiminum, sum best dugir at virðisøkja svartkjaftin. Vit eru heimsmeistara! Og so sanniliga eisini sild og makrel. Og føroyar eru høgt í metum innan saltfiskaheimin, við virðisøktum vørðum. Og fyri eini tíð síðan stóð ein grein í norska blaðnum FISKAREN við yvirskriftini: VERDENS MEST LØNSOMME BÅT. Onnur virðismeta okkara arbeiði, og ikki vit sjálvi. Ikki okkara høvuðsvinnu hevur vinnumálaráðharrin álit á ger sítt ítarsta at virðisøkja fiskin.

Jú sanniliga duga, megna og vilja vit í Føroyum, og vit gera tað.Vit skulu verða stolt av okkara vinnu, sum kýtir seg dag og dagliga fyri at fáa sum mest burturúr hvørjum fiskaðum kilo.

Og vit skulu hava eina djúpa virðing fyri tí arbeiði sum verður gjørt innan hetta øki. Hesa virðing vil eg enn sum áður stríðast fyri at politkiska skipanin fær.

Pól Huus Sólstein, Fólkaflokkurin

Grillin hjá Símun - Maverick
Símun á Høvdanum
Hjálp News.fo og Norðoya Portalin at gerast enn betur. Send okkum tíðindir, lýsingar og hava tit hug at stuðla fíggjarliga, eru tit vælkomin at senda eina upphædd á konto 6460 382.440.50 ella 9865 9927330. Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.