Jonna Joensen frá Ægir vann eisini silvur í 50 metur firvald í Íslandi

Jonna Joensen frá Ægir er byrjað stak væl í Reykavík International Games 2019. Hon vann eisini silvur í hennara næstu kapping og hesuferð var tað í 50 metur firvald.
Jonna Joensen kom inn við tíðini 32.99, nummar eitt gjørdist Kristina í Skála við tíðini 32.48 og nummar trý gjørdist Gudbjørg Bjartey Gudmundsdóttir frá Íslandi við tíðini 33.35.
Sofía Toftegaard endaði á einum flottum 5. plássið og hon hevði tíðina 34.96.
Gott svomi gentur.
SáH
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: